top of page
  • Writer's pictureAnna Simonsen

Alt er nýtt - Halleluja!

Nú eg eri komin inn í eitt nýtt ár, fara tankarnir hjá mær í gongd. Eg havi hug at seta mær nýggj mál, nýggjárslyftir, sjálvt um eg eri hopileys ikki at halda tey. Tó so havi sett mær nøkur persónlig mál og andalig mál. So er spurningurin, hvussu tað fara at eydnast. :)

Tó gleðist eg stórliga í hesum lyftinum at „Tað er náði HARRANS, at tað er ikki úti við okkum, hon er ikki uppi enn. Hon er nýggj hvønn morgun, stór er trúfesti Tín. (Sorg. 3:22-23)“ Hvat er tað ikki stórt, at eg hvønn dag kann byrja av nýggjum. At eg kann altíð venda mær til Hansara við øllum mínum stúranum, allari mínari neyð, øllum trupulleikum, tí Gud ynskir at hava samband við meg. Hann kom til mín, og leitaði eftir mær. Tað var tí, at einglarnir søgdu: „Tykkum er í dag Frelsari føddur (Luk 2: 11)“. Eg gleðist stórliga í hesu frelsu, og hesum lyftinum at náðin er nýggj hvønn morgun. Ikki bert nýggj einaferð, ella einaferð um árið, nei hvønn morgun!


Alt er nýtt - Halleluja


Viðheft eru nakrar fáar myndir frá nýggjársveitlsuni í Elim


242 views0 comments

Recent Posts

See All
bottom of page