top of page
Writer's pictureAnna Simonsen

ATLANTIC MISSION OG JUVÉL 2 –forvitnislig ferð til Innaru Hebridurnar


Gullak Gullaksen úr Leirvík verður skipari. Hann var skipari í 2018 og 2017, tá vitja var í Norra.

Sum áður nevnt í Kristiligu Tíðindasendingini, so vóru Svenning av Lofti, Ruth Gaardlykke og Páll á Lakjuni frá felagsskapinum Atlantic Mission á vitjan í oynni Mull við vesturstrond Skotlands í januar. Endamáli við ferðini var at seta seg í samband við samkomur og einstaklingar á oynni og inni á skotska meginlandinum.


Atlantic Mission sigur í tíðindaskrivi, at eftir vitjanina á Mull tók nevndin í Atlantic Mission avgerð um at gera eina vitjan út í oynna Mull við ”Juvel II” á páskum í ár - og nakrar dagar eftir páskir. Oyggin Mull er næst størsta oyggj í Innaru Hebridunum.

Umframt oynna Mull, verður eisini vitja í býunum Oban og Fort William inni á skotska meginlandinum.


Svenning av Lofti, leiðari fyri Atlantic Mission, sigur, at ætlan er at ganga í øll húsini á oynni Mull við innbjóðingum og traktatum - og hava møti, útifundir og serstøk tiltøk fyri menn og kvinnur, og umframt vitja tveir barnaskúlar í oynni.


Hann sigur, at tá ið ”Juvel II” kemur at bryggju í høvuðsstaðnum,Tobermory, fer hægsta umboðið í oynni, Councellor Mary-Jeana Devon, at halda røðu og bjóða føroyingunum vælkomin. Svenning sigur víðari í tíðindaskrivinum, at tað er so gleðiligt, at 12 ungfólk hava teknað seg at verða við í hesum verki.


Ein partur av luttakarunum fer at sigla niður til oynna Mull við Juvel II, men flestu flúgva til Edinburg og koyra síðani út í oynna.


Kristiliga Tíðindatænastan

v/Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar

gjaranes@gmail.com- Tlf: 228314

(Tíðindaskriv 03.02.2019 Svenning av Lofti)


Kristiliga tíðindasendingin kann hoyrast annað hvønn mikudag kl. 15 á R7.fo.

Sendingarnar kunnu eisini hoyrast í savninum:

66 views0 comments

Recent Posts

See All

Commentaires


bottom of page