top of page
  • Writer's pictureAnna Simonsen

Bøkurnar í bókanna bók


Forlagið “Leirkerið” hevur júst givið út bókina „Bøkurnar í bókanna bók“. Bókin er sett saman av yvirlitum, sum geva innlit í hvørja einastu bók í bíbliuni. Hesi yvirlit eru send við bønarbrøvum ígjøgnum Akurin heim til samkomur í Føroyum. Tað fyrsta yvirlitið varð sent í 1991 og tað seinsta tjúgu ár seinni, í 2011.


Jógvan Júst Rasmussen fór í 1976 á bíbliuskúla í Jackson, Michigan í USA, og varð hetta byrjanin til fulltíðartænastu hansara fyri Harran sum trúboðari hjá NTM, har hann frá 1986 hevur virkað á Filipsoyggjunum. Hann virkar í dag serliga innan bíbliuumseting. Jógvan Júst er giftur Cathy úr USA.


Bókin kann viðmælast øllum, sum hava áhuga í at læra meir um Bíbliuna – bæði teimum, sum hava lisið Bíbliuna nógv, og teimum, sum just eru byrjað at lesa.


Bókin kostar 300 krónur og kann fást til keyps í bókabúðunum kring landið.

16 views0 comments

Recent Posts

See All
bottom of page