Latið okkum tá - við Honum - altíð bera Gudi fram lovoffur - tað er ávøkstur varra, sum lova navni Hansara! Hebr. 13:15
Tá ið eg hugsið um fólki, á Mósesar døgum. Hvussu fólki skuldi í halgidómin við ofrum til Gud, hvørjaferð tey høvdu gjørt okkurt skeift. Tey máttu gera bót fyri syndir sínar, við einum offrið. Hvussu blóð máttið flóta, fyri at syndin kundi verða fjald fyri Guds ásjón. So hugsið eg um meg sjálvan og mína líkasælu. Síggji eg stórleikan í, at Jesus leið krossdeyðan fyri meg? At Hann reis upp og vann mær ævigt lív? Nei, alt ov sjálvdan!
Tað er alvorligt at vera trúgvandi! Jesus hevur fjalt allar mínar syndir. Hann hevur ikki bara fjalt tær, nei hann hevur goldið fyri tær, við sínum egna blóði. Hansara blóðið! Hansara blóð máttið flóta fyri mína skyld.
So hugsið eg um meg aftur. Berið eg Gudi fram lovoffur, fyri alt tað Hann gjørdi fyri meg? Síggja og hoyra fólk, at eg eri ein trúgvandi? Eri eg ein sannur tilbiðjari?
Men tann tíð kemur – og er nú – táið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja Faðirin í anda og sannleika; tí tað er slíkar tilbiðjarar, Faðirin vil hava. Gud er Andi, og tey, sum tilbiðja Hann, mugu tilbiðja í anda og sannleika. Jóh. 4:23-24
Hvussu ofta fær mín líkasæla vald á mær? Eg má ásanna, at tað er alt ov ofta. Fyrigev mær Faðir, at eg eri so veik. Styrk tú meg, og hjálp mær at bera mítt lív fram, sum eitt lovoffur til Tín. Tín er øll æran! Eg eri einki, Tú er alt!
Comments