• Anna Simonsen

MARJUN OG PÁLL POULSEN – leguhús í Eqaluitfjørðinum


Trúboðarahjúnini Marjun og Páll Poulsen, sum eru trúboðarar í Suðurgrønlendska býnum Qaqortoq, fingu eitt rættuligt herðaklapp, tá tað varð boðað frá, at tey vóru útvald at gerast ársins borgarar í býnum Qaqortoq.




Ein dómsnevnd kom til tað niðurstøðu, at Marjun og Páll hava sett í gongd eitt stórt virksemi í lokalsamfelagnum, fyri bæði børn og ung, og at fyri hetta skula tey heiðrast ársins borgarar í býnum.


Qaqortoq liggur í Suðurgrønlandi, og har hava Marjun og Páll virka sum trúboðarar í fleiri ár, meðan Marjun eisini hevur verið virksom sum sjúkrasystir har á staðnum.Høvuðsvirksemi teirra er summarleguplássið, sum tey hava bygt upp í Eqaluitfjørðinum, sum liggur sunnan fyri Qaqortoq.


Í sambandi við, at heiðurslønin varð handað, var lýst til almenna samkomu í ítróttarhøllini í býnum, og fyri fullsettari høll varð heiðurslønin handað Pálli og Marjun við hesum orðum: “For deres indsats for lokalsamfundets børn og unge.”


Saman við heiðrinum var eisini ein gáva upp á 5.000 krónur. Tá Páll í sínari takkarrøðu segði, at peningurin skal nýtast til fótbóltsvøll á leguøkinum rungaðu lógvabrestirnir í fullsettu ítróttarhøllini í Qaqortoq.


SUMMARLEGAN 2019

Páll og Marjun hava vitjað í Føroyum síðani oktober í fjør, og rokna við at fara aftur til Grønlands ein av fyrstu døgunum. Tey hava vitjað fleiri samkomur og havt møtir og greitt frá arbeiðinum á summarlegunum í Eqaluitfjørðinum. Tey siga, at til komandi summarlegu verður tørvur á leiðarum, kokkum, tónleikarum, náttarvaktum og øðrum hjálparfólki. Tey siga, at í ár verður nýggja starvsfólkahúsið tikið í brúk, sum kemur at lætta munandi um arbeiðsumstøðurnar.


Páll og Marjun gera eisini eitt miðvíst barna-og ungdómsarbeiði í býnum, har tey hvørja viku savna í heimi teirra børn og ung til at hoyra Guds orð í talu og sangi. Umleið 3.000 fólk búgva í Qaqortoq.


Páll og Marjun fluttu til Qaqortoq í Suðurgrønlandi í 2012, og hetta er fyrstu ferð, at tey gera eina veruliga vitjan í Føroyum seinastu 7 árini.


Kristiliga Tíðindatænastan

v/Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar

gjaranes@gmail.com- Tlf: +298 228314

skrivað: pjd, Glyvrar 08.02.2019


Kristiliga tíðindasendingin kann hoyrast annað hvønn mikudag kl. 15 á R7.fo.

Sendingarnar kunnu eisini hoyrast í savninum:

https://r7.fo/news?NewsgroupIds=11

85 views

Elim | Søldarfjarðavegur 7  | Tlf.: +298 441580 | elim@elim.fo