• Anna Simonsen

Páskamøtir 2019



Tað er okkum ein gleði at bjóða til samfelagsmøtir á páskum. Møtini vera undir heitinum Brann ikki hjartað í okkum, Lukas 24,32.

Møtini vera frá skírisdegi 18. apríl og fram til páskadag 21. apríl. Lagt verður fyri skíriskvøld klokkan 20 við møti í Nerija á Skála. Langa fríggjadag, páskaaftan og páskadag vera møtini í ítróttarhøllini Bylgjuni í Runavík.

Skipað verður fyri barnamøtum, meðan møtini eru langa fríggjakvøld og páskadag – bæði seinnapartin páskadag og páskakvøld. Sangkórini í Nebo, Siloa og Betesda fara at luttaka.

Ungdómsmøtir vera langa fríggjakvøld, páskaaftan og páskakvøld. Páskakvøld verður ungdómsmøtið í Nebo á Toftum.

Vit bjóða tykkum at vera hjartaliga vælkomin at nýta høvið at savnast saman við okkum í samkomunum kring Skálafjørðin um páskaboðskapin og undir heitinum

Brann ikki hjartað í okkum:

Soleiðis tóku teir báðir á veg til Emmaus til, tá ið Harrin Jesus hevði útlagt skriftirnar fyri teimum frá Mósesi og frá øllum profetunum og um tað, sum í øllum skriftunum er sagt um Hann, at Kristus átti at líða hetta og so fara inn til dýrd Sína.

Samkomurnar í NEBO, BERØA, ELIM og NERIJA


Skrá:




0 views

Elim | Søldarfjarðavegur 7  | Tlf.: +298 441580 | elim@elim.fo