top of page
  • Writer's pictureAnna Simonsen

Sigurin er vunnin!


Dávid var sendur av faðir sínum út á stríðsvøllin, at vita hvussu tað stóð til hjá brøðrum sínum. Komin út á stríðsvøllin, gongur hólmgongumaðurin Goliat fram úr Filistaraherinum. Hann var seks alin og sponn høgur (Alin: Longdin frá albogaliðinum til ytst á longutong, um ½ metur. Sponn: longd millum útspílaðan tummil og fremstafingur el. longutong.)


Goliat rópar: „Veljið tykkum mann og latið hann koma oman higar til mín! Er hann maður fyri at berjast við meg og fella meg, so skulu vit vera trælir tykkara; men verði eg við yvirlutan og felli hann, so skulu tit vera trælir okkara og tæna hjá okkum!“.

Ísraelsherur, stendur ræðslusligin, og Dávid spyr hvat ein fær í løn, fyri at drepa Goliat. Beiggjarnir gerast illir við Dávid, og siga at hann bert er komin at hyggja eftir bardaganum. Saul kongur hoyrir orð Dávids og hann sendur boð eftir honum. Dávid sigur, at hann slal fara í berjast við Goliat.


Dávid fær bæði, vápn og klæði frá Saul, men óroyndur sum hann er, fær hann ikki gingið í klæðunum. Letur seg úr, og tekur sín stav í hondina og finnur sær fimm slættar steinar í ánni. Óroyndur fer hann í bardaga við Goliat, sum hevur verið í bardaga frá tí hann var ungur. Dávid sigur við Saul:


„Bæði leyvu og bjørn hevur tænari tín dripið, og hesum óumskorna Filistara skal gangast sum teimum - aftur fyri at hann hevur háðað her hins livandi Guds! HARRIN, sum hevur bjargað mær úr klónum á leyvu og bjørn, Hann skal eisini bjarga mær úr hondunum á hesum Filistara.“

Vit kenna søguna. Dávid sleingir ein stein við sleingibandinum, og rakar Goliat beint í pannuna og hann fellur til jarðar.



Eins og Dávid, var Jesus sendur av Faðir sínum út á stríðsvøllin fyri okkum. Eins og Dávid vann Jesus okkum sigur á Golgata, tá ið hann sigraði á Satan og útstrikaði alla mína synd.

Má siga fyri meg sjálvan, at eg alt ov ofta standi ræðslusligin, eins og Ísraelsherður og hyggji at stóra syndaherinum hjá mær, har Satan er hólmgongumaður.


Hann rópar: „Hvussu kanst tú vera eitt vitni fyri Harran, tí sum gert so nógv skeift?“ „Ert tú ikki full í synd?“ „Er tað ikki betur, um onkur annar ger hettar, sum tú gert?“ osfr.

Eg gloymi, at sigurin er longu vunnin á Golgata, og at hólmgongumaðurin Satan og øll syndin einki vald hevur á mær longur. Alt er fullgjørt og sigurin er vunnin!



Brot úr „Bøkurnar í bókanna bók“ eftir Jógvan Júst Rasmussen, s. 48.

Navnið Dávid merkir „elskaður“. Jesus Kristus er elskaði sonur Guds. Báðir vóru føddir í Betlehem, báðir vórðu vrakaðir av brøðrum sínum. Báðir vórðu salvaðir til kong, langt áðrenn teir sluppu veruliga at ráða. Dávid mátti bíða, til Saul var beindur av vegnum, Kristus bíðar, til Satan er beindur av vegnum. Í Fyrru Sámuelsbók 17 varð Dávid sendur av faðir sínum út á stríðsvøllin, á sama hátt varð Jesus Kristus sendur av faðir sínum. Eins og Dávid vann Ísrael sigur við at sigra á Goliat, so vann Kristus okkum sigur, tá ið Hann á Golgata sigraði á Satani.

44 views0 comments

Recent Posts

See All
bottom of page