Útbygging í Elim
Ein stutt kunning (desember 2012)
Fleiri, sum koyra fram við Elim í Søldarfirði, hava ivaleyst varnast, at har er byggiarbeiði í gongd. Hóast verandi salur bert er góð 20 ára gamal, hevur í nøkur ár verið tosað um at byggja uppí Elim – serliga fyri at fáa betri umstøður uttanum sjálvan salin.
Verandi salur er ikki endiliga ov lítil til vanligu møtini, tó at fitt av fólki oftast er á møti. Men hølini uttan um sjálvan salin eru ikki nøktandi. Ynskið er at gera tað lættari at býta sunnudagsskúlan í fleiri aldursbólkar, eins og vit ynskja at bøta um hølisumstøðurnar til ungdómsarbeiði sum heild. Eitt av málunum við útbyggingini er eisini at gera gongina munandi rúmligari og at gera trappu við lyftu millum hæddirnar í sjálvari gongini.
Tað, ið nú verður bygt uppí sunnanfyri salin er ein bygningur, ið er 12 x 12 m stórur. Millum henda bygning og salin verður ein millumbygningur, ið er 7 m suður og norð og tvørtur um allan endan á salinum. Hesin millumbygningurin verður í erva ein nýggj inngongd við trappu og vesum. Verandi salur verður so ”endavendur”, og alt tað gamla húsið verður gjørt til sal, sum sostatt verður einar 5 metrar longri enn nú. Inngongdin verður so í sunnara enda og pallur verður í norðara enda.
Í nýggja bygninginum verður sum sagt nýggj høvuðsinngongd, men annars er ikki endaliga gjørt av, hvussu stóri bygningurin sunnanfyri skal innrættast. Helst verður nýggjur og rúmligari køkur og ein salur til sunnudagsskúlan í kjallaranum, og ovara hæddin verður innrættað soleiðis, at hon kann nýtast afturat salinum við serstøk høvi. Men hetta er ikki endaliga avgjørt, so fleiri møguleikar eru opnir enn.
Tað var seinasta vár, at gjørt av at fara undir byggingina, og seint í heyst hevur spf Byggivirki KBH so stoypt niðaru hæddina, og seinastu vikuna fyri jól varð betongdekk lagt í. Eftir nýggjár fara teir at halda fram við ovaru hæddini. Avtala er gjørd um, at byggivirkið KBH skal inniloka og gera liðugt uttan. Kostnaður fyri alt betongarbeiði og at inniloka liggur um slaka hálva aðru miljón krónur. Hetta skal eftir ætlan verða liðugt móti sumri 2013. Tey, ið ynskja at stuðla hesi byggiverkætlan hjá samkomuni, kunnu flyta eina peningagávu til kontu hjá Elim í Bank Nordik: 6460 4732997 ella í Eik banka: 9181 1447442.
Tá Byggivirki KBH er liðugt at inniloka, er ætlanin at fólk úr samkomuni sjálv fara at smíða innan. Hetta verður gjørt sum sjálvboðið arbeiðið, og málið er at gera tað eftir eini 2 – 3 árum.
Salurin liggur sera høgliga nær at høvuðsvegi við góðari innkoyring og góðum parkeringsumstøðum, so sjálvsagt gevur ein slíkur bygningur fjølbroyttar møguleikar. Fyrsti salurin í Søldarfirði varð bygdur í 1920. Seinni varð bygt upp í tann salin, og hann var nýttur, til flutt var í nýggja salin á sumri 1991. Harrin hevur signað hesa tíðina, og tað er við treysti og bøn um hansara framhaldandi signing, at farið er undir hesa útbygging.
Og eg eri fullvísur í, at Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum,
skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists. Filippibrævið 1:6
Tey, ið ynskja at stuðla samkomuni, kunnu flyta
eina peningagávu til kontu hjá Elim
í BankNordik: 6460 4732997
í Eik banka: 9181 1447442.