Ymiskt

Sunnukvøldsmøti
Sunnukvøldsmøti er hvørt sunnukvøld kl. 18.
Tað eru ymiskir bólkar sum skiftast um
at hava ábyrgd av møtinum og fyriskipa møti.
Tað er ymiskt hvussu møtini eru fyriskipa, men felagssangur, solusangur, talur og vitisburðir er ein stórur partur av møtinum. Til tíðir er eisini okkurt til børnini fyriskipa. Tó at møtini eru ymisk, er eitt felags endamál og tað er at boða gleðiboðskapin um frelsu við trúgv á Jesus.