top of page

ELIM

SAMKOMAN Í SØLDAFIRÐI

Elim2018.png

Hvat skal eg gera, fyri at eg kann verða frelstur?

Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur!
Ápostlasøgan 16:30-31

Tiltøk

Sunnudagur

Kl. 12:00  Sunnudagsskúli

Kl. 12:00  Breyðbróting

Kl. 18:00  Møti

Týsdagur

Kl. 20:00  Bíbliutími fyri menn

Mikudagur

Kl. 10:00  Café

Kl. 19:30  Bønarmøti

VÆLKOMIN

„Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar“        

                                           (Ápostlasøgan 2:42).

Í Samkomuni í Elim ynskja vit – sum ápostlarnir – at fylgja hesi fyrimynd. Vit ynskja at vera ein virkin og livandi samkoma, har fólk koma hvørjum øðrum við, so samkoman ikki bara er ein fundarstaður, men eitt andaligt heim. 
 
Ver hjartaliga vælkomin!

VÆLKOMIN

MØTIR OG TILTØK

Sunnukvøldsmøti

Sunnukvøldsmøti er hvørt sunnukvøld kl. 18.

Tað eru ymiskir bólkar sum skiftast um

at hava ábyrgd av møtinum og fyriskipa møti. 

Tað er ymiskt hvussu møtini eru fyriskipa, men felagssangur, solusangur, talur og vitisburðir er ein stórur partur av møtinum. Til tíðir er eisini okkurt til børnini fyriskipa. Tó at møtini eru ymisk, er eitt felags endamál og tað er at boða gleðiboðskapin um frelsu við trúgv á Jesus.

Tí so elskaði
Gud heimin,
at Hann gav Son Sín,
hin einborna,
fyri at hvør tann,
ið trýr á Hann,
skal ikki fortapast,
men hava ævigt lív. 
(Jóh. 3:16)
MØTIR OG TILTØK

KUNNING

Útbygging í Elim

Tey, ið ynskja at stuðla samkomuni, kunnu flyta eina peningagávu 
til kontu hjá Elim 

í BankNordik: 6460 4732997 

í Eik banka: 9181 1447442.

Jarðarferðir og ervi

Við deyða og jarðarferð er so mangt, tey avvarðandi hava at hugsa um. Samkoman í Elim vil fegin vera til hjálpar á allan hátt, nú sorgin hevur rakt. Ervi kann eisini haldast í salinum, um ynski er um tað. Tey avvarðandi kunnu seta seg í samband við Ragnar O. Sundstein tel. 758110 ella ein av verjunum hesum víkjandi.

Minnisgávur til Elim kunnu flytast á konto nr. 6460 4732997.

Vegleiðing í samband við andlát og jarðarferð kann heintast niður við at trýsta á knøttin niðanfyri.

Vígslur

Møguleiki er at nýta salin í Elim til hjúnavígslu. Tey, ið ynskja at verða vígd í Elim, biðjast venda sær til Ragnar O. Sundstein, tel. 758110, ella ein av verjunum hesum víkjandi.

LEINKUR

  • Facebook - Grey Circle
Elim (Søldarfjørður)

Ein almennur bólkur

ætlaður fólki sum ganga

ella hava tilknýti til Elim.

  • YouTube - Grey Circle
Elim á youtube

Kanal á youtube við 

upptøkum úr Elim. Her verður eisni stroyma frá møtum.

  • YouTube - Grey Circle
Husgardi

Kanal á youtube við 

fleiri upptøkum,

millum annað úr Elim.

Ábyrgdarpersónar

Listið við

ábyrdarpersónum

av ymiskum í Elim.

KUNNING

SAMBAND

Samband

Vinaliga fyll teigarnar út niðanfyri, um tú hevur ein spurning, eina viðmerking ella eini boð.

Takk fyri teldupostin

Verjar

Jákup Hansen, tel 442241 / 270241

Páll Solmunde, tel 441606 / 213506

Ragnar O. Sundstein, tel. 758110

Petur Jacobsen, tel. 559997
Anna Jacobsen, tel. 228285

Í Elim eru ymiskir ábyrdarpersónar, sum hava ábyrd av ymiskum praktiskum og andaligum viðurskiftum í samkomuni.

Hygg eftir listanum undir leinkjur, og kanska tú finnir tann tú leitar eftir. ​

Takk fyri vitjanina, vónandi síggjast vit næstu ferð í Elim :)
SAMBAND
bottom of page